Ongi úrslit

Nýtt vælveruøki í Kollafirði: AK-Sauna skal savna fólk við sjógvin

Árni og Kitty Laksáfoss hava latið AK-Sauna upp við bátahylin í Kollafirði, har sauna, sjógvur og felagsskapur verða knýtt saman.

© Tórshavnar kommuna.
Nýggja vælveruøkið AK-Sauna er latið upp við bátahylin í Kollafirði.
Edmund Jacobsen
9 tímar síðan

Nýggja vælveruøkið AK-Sauna er latið upp við bátahylin í Kollafirði. Nógv fólk vóru við til upplatingina, har sauna og sambandið við sjógvin vóru í miðdeplinum.

Árni og Kitty Laksáfoss standa fyri nýggja tilboðnum, sum er partur av vaksandi áhuganum fyri sauna og saunagosi.

Skal styrkja lokalsamfelagið

Elsa Berg, borgarstjóri, og Anja Weyhe, býráðslimur, vóru við til upplatingina og ynsktu eigarunum tillukku við verkætlanini.

– Tað er gleðiligt at síggja, tá fólk taka stig til nýtt virksemi. Slíkar verkætlanir gera lokalsamfeløgini sterkari og fjølbroyttari, segði Elsa Berg.

Meira enn ein sauna

Borgarstjórin vónar, at økið verður eitt savningarstað, har fólk kunnu hittast og práta saman.

Hon legði eisini dent á serligu staðsetingina við sjógvin og gongugøtuna undir brúnni, sum eftir hennara tykki gera upplivingina enn serligari.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Næsta mánað verður - næstan - full sólarmyrking aftur í Føroyum

15. juli kl. 11:20