Ongi úrslit

Odmar hevur ongantíð upplivað hetta áður

Hóast hann í morgin verður á landsliðnum fyri 75. ferð, so sigur Odmar Færø seg ikki hava spælt á landsliði, har kappingin hevur verið so stór, sum hon nú er

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Tá ið Føroyar seinnapartin í morgin fara at spæla sætta dystin í hesi Nations League kappingini, so verður tað 75. ferðin, at Odmar Færø verður á liðnum. Tað er merkisvert, tí tað eru bara seks spælarar, sum áður hava rokkið so nógvum landsdystum: Jóan Símun Edmundsson 99, Viljormur Davidsen 97, Fróði Benjaminsen 95, Óli Johannesen 83, Sølvi Vatnhamar 79 og Hallur Hansson 76.

Odmar hevur gott mót um, at tað fer at ganga væl í morgin:

-Vit hava ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar. Fimm ferðir á rað er tað endað javnt, og nú eru vit sera uppsettir at vinna. Hóast kappingin um øll plássini á liðnum er størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið, so er hýrurin góður. Allir vóna sjálvandi at sleppa á vøllin, og vit eru greiðir yvir, at venjararnir hava nógvar møguleikar at seta liðið, sigur Odmar Færø.

Tað er nógv, sum bendir á, at Odmar Færø fer at vera liðformaður í morgin. Í Slovakia var Viljormur Davidsen liðformaður. Hóast hann spældi væl og skoraði fyrra málið við brotssparki, so sær tað út til, at hann í morgin verður á beinkinum. Martin Agnarsson var leikbannaður í Slovakia, og hann verður helst álopskendur vongverji í vinstru í morgin.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

14 tímar síðan

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

9 tímar síðan

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Par kom til ilnar á alfaravegi

Í gjár kl. 09:08

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

5 tímar síðan