Nýggjasta økið í kirkjugarðinum er sera vátt, tí vatnið ikki rennur nóg væl frá, og kann tí ikki brúkast sum nú er. Býráðið hevur tí samtykt at játta tvær milliónir krónur til ábøtur, og umsitingin fer at fyrireika og bjóða arbeiðið út.
Betri frárenning og nýggj mold
Trupulleikin er, at vatnið ikki rennur nóg væl frá og niður í ristirnar. Tí er neyðugt at taka moldina upp aftur og skifta hana út við eina hóskandi samanseting, sum ger, at vatnið kann renna frá gravarøkinum. Samstundis skulu ábøtur gerast við frárenningina, so vatnið frá koyribreytunum verður leitt í vegristirnar.
Nógva vatnið hevur eisini gjørt skaða á gøturnar, sum skulu umvælast sum partur av arbeiðnum.
Samlaða økið, sum hevur tørv á ábøtum, er umleið 2500 fermetrar. Ætlanin er tó at gera arbeiðið í stigum, har fyrsta stigið er umleið 700 fermetrar. Tá arbeiðið er liðugt, verður støða tikin til næsta stig.
Ætlanin er at bjóða arbeiðið út í innbodnari útbjóðing.
Týdningarmikið at fáa arbeiðið gjørt
Nýggj gravarøki skulu standa í 1-2 ár eftir, at arbeiðið er liðugt, áðrenn tey kunnu brúkast. Tí hevur tað týdning at fáa ábøturnar gjørdar sum skjótast.
Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi 17. september.