Ongi úrslit

Okkara góði hollendski vinur og føroyavinur er farin í annan heim

Jan Andries van Franeker, vinstrumegin, saman við Jens-Kjeld
Marita & Jens-Kjeld
51 minuttir síðan

Jan Andries van Franeker

22. februar 1954 - 27. oktober 2026

Okkara góði hollendski vinur og føroyavinur er farin í annan heim. 

Vit komu at kenna Jan fyrst í 80’unum. Tá hann seinni í 2002 setti í gongd stóru granskingarætlanina “Save the North Sea, kom Føroyar við í granskingarætlanina longu árið eftir, hóast vit ikki eru í EU.

Vit hava so ofta hoyrt, at Føroyar hevur verðins “reinasta hav”, sammett við tann sera dálkaða Norðsjógvin, so hetta varð hildið at verða ein góður máta at fáa tað prógvað.

Jan vitjaði Føroyar í 2003, og síðan tá hevur hann verið her fleiri ferðir. Serliga hjáveiðan av náta fangaðir á línu, høvdu hansara stóra áhuga, tí hann vildi kanna, hvussu nógv plast teir høvdu í maganum. Í hesum fekk hann stóran stuðul frá fiskarum og fleygamonnum.

Úrslitið av granskingini hjá Jan sæst aftur í mongum greinum og rapportum, sum hann hevur skrivað um plast í nátum.

Líka til hann doyði, sat hann og skrivaði eina stóra grein, har hann samanbar plastdálkingina í føroyskum nátum við hana hjá nátum, sum skola deyðir upp í Hollandi.

Jan náddi ikki at síggja lidnu greinina á prenti, sum hann hevði vóna, men ein av hansara starvsfeløgum tekur um endan. 

Eftir stendur ein varði sum minni um ein mann, sum hevði náttúruna og dálkingina av henni næst hjartanum.

Jan verður saknaður

 Marita & Jens-Kjeld

https://jenskjeld.info/artikler/plastik.htm
https://jenskjeld.info/FO_side/plastic.html
https://jenskjeld.info/artikler/FO_nature.html

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

Í gjár kl. 09:12

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

Í gjár kl. 13:23

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

17 tímar síðan

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08