Havnin broytist og ólavsøkan broytist við. Men kjarnin í ólavsøkuni er tann tann sami, sum hann altíð hevur verið. Tað sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, nú vit standa á gáttini til tjóðarhátíð okkara, ólavsøkuna.
Nú er Elsa Berg ikki meiri enn 30 ára gomul so tað er ikki so øgiliga langt síðani hon var barn. So vit spurdu hana, hvussu hon minnist ólavsøkurnar tá ið hon var lítil.
– Tað skerst ikki burtur, at tá var tað hoppiborgin sum var hæddarpunktið á ólavsøkuni sigur hon. Annars var hon virkin í ítrótti og rann við Bragdinum, so rennikappingin á ólavsøkan, og skrúðgongan, vóru eisini fastir tættir á ólavsøkuni.
Kjarnan er hin sama
Elsa Berg heldur, at eyðvitað er ólavsøkan broytt við árunum, eins og býurin sjálvur er broyttir. Men hon heldur kortini, at kjarnan í henni er tann sama. Tað er eisini ein ørgrynna av tiltøkum at fara til hjá øllum aldursbólkum og hjá øllum áhugaðum, bæði til gamans og álvara.
Kortini eru tiltøk flutt eitt sindur runt í býnum. Fyrr vóru nógv tiltøk í kommunuskúlarnir men tey tiltøkini eru flutt og nú verður roynt at miðsavna ólavsøkuna í miðbýnum og so tætt við miðbýin sum tilber, fyri at tað ikki skuldi vera so spjatt. – Tað eru fólk fegin um, og í dag hevur ólavsøkan, meiri enn minni, fingið sín fasta leist, sigur borgarstjórin.
»Fólk streymað til Havnina og havnarfólk gleða seg til at taka ímóti, tey lata dynrar upp, og lagið er gott«
Elsa Berg sigur, at ólavsøkan hevur stóran týdning fyri Havnina og fyri alt Føroya fólk. Fólk streymað til Havnina og havnarfólk gleða seg til at taka ímóti, tey lata dynrar upp, og lagið er gott, sigur hon.
Ólavsøkan hevur eisini stóran týdning tí hon er so savnandi, og har eru eisini ein ørgrynna av tiltøkum fyri øll, og nettum tað fjølbroytni hevur stóran týdning. Býráðið ger eisini nógv fyri at fríðka um býin til ólavsøku. Býráðið sjálvt skipar ikki fyri nógvum tiltøkum, men tey skipa fyri tónleikinum á ráðhústrappuni harmonikutónleiki í Vágsbotni.
– Tað er rættiliga stuttling at vera við í einum slíkum felags tiltaki, sigur Elsa Berg. Tað eru annars feløg av ymsum slagi, mest íróttarfeløg, sum eru við at skipa fyri tiltøkum og sum hava nógv teir flestu sølubásarnir. Onkuntíð hevur verið fýlst á, at nógv tiltøk á ólavsøku eru og dýr og at tað ólavøkan er ein dýr søga, serliga hjá barnafamiljum, tí hon er blivin ein pengamaskina. Tað er Elsa Berg ikki samd í. Hon sigur, at tað eru nógv feløg, sum leggja eitt stórt arbeiði í at skipa fyri ólavsøkuni.
Og annars heldur hon, at fólk eru glað fyri, at tey kunnu stuðla ítróttarfeløgunum í býnum - sum jú eisini gera eitt ómetaliga stórt arbeiði fyri nettup børn og ung.
Lívgandi fyri sál og sinn
Elsa Berg sigur, at hon dámar framvegis sera væl at vera á ólavsøku og hjá henni er tað, sum hjá nógvum øðrum á ólavsøku. Hon dámar sera væl at ganga á listaframsýningar on onnur tiltøk, og fólkafundin á Doktaragrund slepst ikki undan at fara á, sigur hon. Annars plaga vit bjóða vinfólki heim og vit fara sjálvi at vitja vinfólk.
Ólavsøkan er eitt andarhald, har fólk leggja gerandisdagin frá sær í tveir dagar. – Bara tað at hitta fólk, ein kanska ikki hevur sæð í langa tíð, og at fáa eitt gott prát er lívgandi fyri bæði sál og sinn, leggur borgarstjórin afturat. Eitt, hon fegnast um, at tað verður so nógv gjørt burtur úr kappróðrinum á ólavsøku so tað dámar henni væl at hyggja at kappróðrinum og merkja stemningin á kappróðrarøkinum.
Borgarstjórin í Havn er eisini á gudstænastu ólavsøkudag, men tað er eisini einasta, formliga skylda hon hevur sum borgarstjóri. Men síðani hon varð borgarstjóri, er ólavsøkan kanska eitt sindur róligari, enn hon onkuntíð var áðrenn, sum hon málber seg.
Startskotið til ólavsøkuna er Pride-skrúðgongan 27. juli, og so alt tiltakið í tí sambandi og so verður hildið á við ólavsøkuni haðani frá. Eitt nýtt er á ólavsøku í ár og tað er listaframsýningin, sum plagdi vera í Listaskálanum.
Men hann er undir umbygging, so í ár er tann stóra listaframsýningin flutt oman í Steinatún, í gamla bygninginum hjá Føroya Banka. Og framsýningin verður stór og fjølbroytt í ár, tí har verða eini 60 listafólk, sum fara at sýna fram.
Elsa Berg sigur, at Tórshavnar býráð hevur lagt seg eftir, at býurin skal vera rúmligur og atkomuligur. Tí er eitt øki beint uttan fyri ráðhúsið Vaglinum, sett av til fólk, sum sita í koyristóli, og at eisini tey, eitt nú eisini sleppa til setanina og til midnáttarsangin.
Gongur sína gongd
Annars sigur Elsa Berg, at arbeiðið í býráðnum gongur sína gongd. Steðgur er í tí politiska arbeiðnum nú í summar, men innanveggja í umsitingini, er nógv virksemi kortini. Fleiri bústaðarverkætlanir eru í umbúna, har summar eru komnar longri ávegis enn aðrar.
Talan er um bústaðir runt um í kommununi, bæði í Havnini, á Velbastað og í Kollafjørði, og gongst sum ætlað, verða einir 800 nýggir bústaðir í kommununi hesi næstu heilt fáu árini. Í hesum føri verður eisini arbeitt við at broyta byggisamtyktirnar fleiri staðni fyri at vit kunnu byggja tættari og hægri.
Vit streingja eisini á landsstýrið um at fáa eina regluferð fyri at leiga út til ferðafólk, og hvussu nógvar dagar um árið, ein bústaður kann verð leigaður út til ferðafólk. – Tað standa eini 800 bústaðir tómir í Havnini, staðfestir Elsa Berg.
Hon sigur, at í fleiri av hesum bústøðum hava fólk búð, men tey eru uppsøgd tí teir skulu leigast út til ferðafólk ístaðin.
– Vit mugu finna eina haldføra javnavág ímillum tað at leiga út til bústaðir og tað at leiga út til ferðafólk, sigur borgarstjórin.
Gera tað nógv lættari hjá fólki
Ein onnur ítøkilig verkætlan, býráðið er farið undir, er at gera eitt langt strekki í Havnini meiri atkomuvinaligt hjá fólki í koyristóli og hjá illa gongdum annars. Talan er um verkætlanina, sum kallast frá Steinatúni á Frælsið og farið verður undir tað arbeiðið heilt skjótt.
– Hjá fólki, sum eru væl gongd, er tað eingin trupulleiki, men hjá fólki í koyristóli, hjá fólki, sum eru illa gongd yvirhøvur - og hjá fólki við barnavogni - eru nógvir trupulleikar á hesum strekkinum tí tað eru so nógvir kantar at fara um, sigur Elsa Berg.
»Vit mugu finna eina haldføra javnavág ímillum tað at leiga út til bústaðir og tað at leiga út til ferðafólk«
Hon sigur, at endamá lið við verkæt lanini er at laga gongubreytir og kantar til á hesum strekkinum heilt úr Steina túni, út eftir Jóannesar Patursonar gøtu og víðari eftir Landavegnum út til Sjóndepilin á Íslandsvegnum. Og har er nokk at gera, tí strekkið er kannað og tað vísir seg, at bara á leiðini úr Steina túni út til Sjóndepilin eru einir 40 kantar á gongubreytum og á krossvegum, sum skulu lagast til fyri at gera tað lættari at koma fram. Hetta er eitt lið í eini heildarætlan um at gera alla kommununa meiri atkomuvinaliga og vit hildu, at tað er rímiligt at byrja við einum strekki í miðbýnum, sigur borgarstjórin.