Ongi úrslit

Ólavsøkuskrúðgongan og hugsanir um bispaembætið

Froði Magnussen
3 tímar síðan

Nú ólavsøkan stendur fyri durum, fara vit aftur at eygleiða ein av teimum mest hátíðarligu og eyðkendu myndunum í føroyska samfelagnum: ólavsøkuskrúðgonguna úr Løgtinginum oman í Havnar kirkju og niðan aftur á Tinghúsvøllin.

Fremst í skrúðgonguni ganga løgtingsformaðurin, løgmaður og Føroya bispur. Hetta er ikki bara ein vøkur og gomul siðvenja. Tað sigur eisini nakað um ta serligu støðu, sum bispurin og fólkakirkjan hava í føroyska samfelagnum.

Jógvan Fríðriksson tók við sum bispur í desember 2007. Eftir mínum tykki hevur hann røkt embætið sera væl. Hann hevur verið sjónligur, virðiligur og savnandi leiðari fyri fólkakirkjuna og hevur dugað væl at sett orð á bæði gleði, sorg og álvarsligar hendingar í føroyska samfelagnum.

Jógvan Fríðriksson er nú 69 ára gamal. Tað merkir ikki, at hann skal gevast í sínum starvið við tað sama, og hetta skal heldur ikki skiljast, sum ein áheitan um tað. Men tað er natúrligt at rokna við, at spurningurin, um ein nýggjan bisp, verður aktuellur innan ikki so nógv ár. Tí er tað eisini rætt at taka eitt sakligt og prinsippielt kjak um, hvussu bispaembætið eigur at verða skipað í framtíðini.

Eitt embæti við stórari ávirkan
Bispurin er ikki bert ein prestur við einum serligum heiti. Sambært lógini hevur bispurin hægstu umsjónina og umsorganina av fólkakirkjuni. Hann hevur eftirlit við boðanini, sakramentunum, prestunum og embætisførslu teirra. Hann hevur eisini umsorgan fyri kirkjuliðunum, eftirlit við kirkjuráðunum og ábyrgd av at virka fyri einleika í fólkakirkjuni.

Bispurin vígir prestar, innsetur próstin, vígir kirkjur og hevur ein týðandi leiklut í arbeiðinum við ritualum, altarbók, sálmabók og øðrum grundleggjandi kirkjuligum viðurskiftum.

Harumframt hevur bispurin eina samfelagsliga og siðalagsliga fólksliga rødd. Tá álvarsligar vanlukkur raka, tá landið er í sorg, og tá stórir etiskir og samfelagsligir spurningar verða umrøddir, verður ofta lurtað eftir bispinum. Orðini hjá einum bispi kunnu hava ávirkan langt út um tey, sum ganga regluliga í kirkju.

Tí hevur tað stóran týdning, hvør situr í embætinum, og hvørja kós viðkomandi setur fyri fólkakirkjuna.

Eitt 12 ára áramál?
Í dag ásetur lógin, hvussu bispur verður valdur og settur, men einki frammanundan ásett áramál er knýtt at embætinum. Ein bispur kann tí, alt eftir aldrinum, tá hann verður valdur, koma at sita í sera nógv ár.

Ein møguleiki kundi verið, at komandi bispar verða settir í eitt langt, men avmarkað tíðarskeið – til dømis 12 ár.

Tólv ár eru nóg long tíð til at seta eina greiða kós, byggja álit, menna kirkjuna og fremja størri broytingar. Samstundis verður tryggjað, at leiðslan í fólkakirkjuni verður endurnýggjað við jøvnum millumbilum.

Ein slík skipan hevði eisini gjørt leiðsluskiftið meira skipað og frammanundan kent. Kirkjan, prestarnir, kirkjuráðini og myndugleikarnir høvdu vitað, nær eitt nýtt bispaval skuldi vera, og høvdu kunnað fyrireikað skiftið í góðari tíð.

Áramálssetan hevði harumframt gjørt, at aldurin hjá tí valda fekk minni týdning. Ein 45 ára gamal bispur kundi annars sitið í 25 ella 30 ár, meðan ein 60 ára gamal bispur kanska bert sat í fá ár. Við einum 12 ára áramáli hevði hvør bispur fingið eitt langt og rímiliga javnt tíðarskeið at virka í.

Tað er eisini sunt fyri eitt so sterkt og týðandi embæti, at tað ikki verður ov nógv tengt at einum einstøkum persóni. Bispurin skal sjálvandi hava rúmd og frið at seta sín dám á embætið, men bispaembætið er størri enn tann einstaki persónurin, sum røkir tað.

Ikki ókent í øðrum londum
Áramálssetan av bispum er ikki eitt ókent fyribrigdi í evangeliskum kirkjum.

Í fleiri týskum evangeliskum landskirkjum verða bispar valdir fyri eitt ávíst tíðarskeið. Í evangelisk-luthersku kirkjuni í Bayern er skeiðið til dømis 10 ár. Í Evangelisku kirkjuni í Miðtýsklandi verður bispurin somuleiðis valdur fyri 10 ár, og í Schaumburg-Lippe er fyrsta setanarskeiðið 10 ár við møguleika  at verða longt.

Grundgevingarnar eru millum annað tørvurin á endurnýggjan, nýggjari inspiratión og regluligum leiðsluskiftum. Samstundis varð dentur lagdur á, at eitt 10 ára skeið var nóg langt til at varðveita støðufesti og arbeiðsfrið.

Bispurin skal framvegis kunna tala frítt
Eitt sakligt mótargument er, at ein bispur ikki skal gerast ein politikari, sum hugsar um næsta val. Bispurin skal kunna tala frítt og siga sína hugsan, eisini tá hon ikki er væl umtókt.

Júst tí kundi ein góð skipan verið, at bispurin verður settur í eitt langt 12 ára skeið uttan møguleika fyri beinleiðis endurvali. Tá hevði bispurin havt arbeiðsfrið og onga orsøk til at laga sína boðan ella leiðslu eftir teimum, sum møguliga skulu velja hann av nýggjum.

Samstundis eigur ein skipan at verða gjørd fyri, hvat hendir eftir áramálið. Ein fráfarin bispur kundi til dømis fingið rætt til annað hóskandi starv í fólkakirkjuni. Tað hevði gjørt tað møguligt hjá dugnaligum prestum at bjóða seg fram til bispaembætið uttan at seta alla sína framtíð sum prestur í váða.

Eitt kjak fyri fólkakirkjunnar besta
Hetta er ikki ein atfinning at verandi bispi. Tvørturímóti hevur Jógvan Fríðriksson eftir mínum tykki víst, hvussu stóran týdning ein góður og savnandi bispur hevur og kann hava.

Men júst tí, at embætið hevur so stóran týdning, eiga vit at hugsa um karmarnar, áðrenn eitt nýtt bispaval brádliga stendur fyri durum.

Spurningurin er ikki, um vit skulu hava minni virðing fyri bispaembætinum. Spurningurin er, um eitt langt og væl skipað áramál kann styrkja embætið, tryggja regluliga endurnýggjan og gera leiðsluskiftini í fólkakirkjuni meira gjøgnumskygd og skipað.

Vit, sum vilja fólkakirkjuni alt tað besta, eiga í øllum førum at kunna umrøða henda tankan opið, virðiliga og sakliga.

 

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

6 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

Í gjár kl. 19:00