Ongi úrslit

Oljunýtslan er alvorliga á veg uppeftir aftur

Bæði Sev, húsarhald og bilarnir, eru blivnir grønari, men tað er vinnan ikki

Áki Bertholdsen
6. mars 2025 kl. 10:23

Í fjør brúktu vit 305.099,7 tons av olju í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, sum hevur talt nýtsluna saman.

Tað merkir, at oljunýtslan er á veg uppeftir aftur av eftir at hon minkaði nokk so fitt frá 2021 til 2022, kanska sum ein avleiðing av koronu.

Men tað merkir, at í fjør brúktu vit stívliga 4.000 tons meiri olju í fjør enn í 2023.

Annars var oljunýtslan í hæddini í 2021 táið vit brúktu sløk 312.800 tons av olju. Men so minkaði nýtslan nógv og í 2022, var hon stívliga 293.700 tons. Men síðani tá er nýtslan hækkað aftur, upp í 305.099,9 tons.

Føroysk skip, ið bunkra uttanlands, eru við í hesi uppgerð. Hinvegin eru útlendsk skip, ið bunkra í Føroyum, drigin frá.

Tað er serliga vinnan, sum drívur oljunýtsluna uppeftir. Tað er eisini vinnan, sum brúkar nógv tað mesa av oljuni. Í fjør brúkti vinnan 200.291 tons av olju og tað er nógv tað mesta nakrantíð. Sum tað sæst á talvuni niðanfyri, minkaði oljunýtslan hjá vinnuni eitt sindur í 2022, men síðani hevur vøksturin verið stórur.

Hinvegin er oljunýtslan bæði hjá Sev, hjá bilum, og hjá húsarhaldum, minkað.

Serliga hjá Sev er minkingin stór tí í 2021 brúkti Sev 54.155 tons av olju og í fjør brúkti Sev 43.682. tons, ella 10.473 tons færri.

Eisini hjá privatu húsarhaldunum er nýtslan minkað nokk so fitt, tí tey brúktu 37.691 tons av olju í 2021, men tað var minkað niður í  28.572 tons í fjør, tað er ein minking upp á 9.119 tons.

Hinvegin er ikki tann stóra minkingin hjá bilum, tí í 2021 brúktu bilar 36.100 tons av bensini og diesel og tað minkaði niður í 35.224 tons í fjør.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Kapping: Skapa eitt flagg fyri skandinavisku tjóðina

4. juni kl. 22:00

Fullveldispolitikkur og vantandi viðlíkahald

5. juni kl. 09:48