Ongi úrslit

Opið bræv til allar fólkatinglimir

Filucca og Kristian
25. mai kl. 11:36

Í sambandi við ein nýliga hildnan rundan føðingardag/familjufest, komu undirritaðu Filucca og Kristian. at kjakast um danska ríkisfelagsskapin millum Grønland, Føroyar og Danmark.

Íblásturin kom frá nøkrum tjakfundum, sum nýliga hava verið hildin í Norðatlantiska Húsinum, á Kulturøen á Odense Havn.

Á pallborðsfundinum luttóku millum onnur, nú fyrrverandi fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz og nývaldi fólkatingslimurin Carsten Hønge.

Í sambandi við pallborðskjakið gjørdust vit varug við, eitt fyri okkum sjálvsagda hugskot, sum ongantíð hevur verið frammi í einum breiðari kjaki. Eitt kjak, sum í hesum tíðum við einum sterkum uttanífrá komandi trýsti á Ríkisfelagsskapin, í síni fullu avleiðing kann vera við til munandi at styrkja felagsskapskensluna hjá núverandi ættarliðið av skúlanæmingum í fólkaskúlunum, í Ríkisfelagsskapinum.

Hugskotið er rættiliga einfalt: Tær gjøgnum nógv áratíggju skipaðu leguskúlarnir í dagsins danska fólkaskúla, verða víðkaðir til eisini at fevna um allar teir elstu flokkanarr í skúlunum í bæði Grønlandi, Føroyum og Danmark.

Vit halda, at tað vælvirkandi leguskúlaprinsippið í teimum elstu flokkunum í danska fólkaskúlanum, við stórum ágóða eigur at verða víðkað til at virka innan skúlarnar í Ríkisfelagsskapinum í bæði Danmark, Grønlandi og Føroyum.

Vit eru ikki eitt einasta sekund í iva um, at eitt slíkt hugskot í síni fullu avleiðing  fer at vera ein sterk medvirkandi orsøk til at styrkja felagsskapskensluna hjá teimum ungu, sum vaksa upp innan Ríkisfelagsskapin. Tað fer at merkja, at næmingar úr skúlunum í dag, minst eina ferð í sínum skúlagangi fara at fáa møguleika at koma á leguskúla  í einum av teimum trimum londunum í Ríkisfelagsskapinum.

Bestu heilsarnir

Filucca Andreasen, 14 ár, fólkaskúlanæmingur og nýliga konfirmerað, Vesterbrogade, Keypmannahavn V.

Kristian Isager, 79 ár, arkitektur, Kronprinsensgade, Odense C.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17