Føroya Rættur tók 1. juli eina nýggja talgilda loysn í nýtslu. Rætturin kann nú senda innkallingar, stevningar og rættarligar avgerðir beinleiðis í MínBoks.
Boðini verða mett sum móttikin og lógliga kunnugjørd, so skjótt móttakarin opnar, flytur ella strikar tey. Hetta merkir, at ein borgari kann verða dømdur sum ikki upmøttur, um viðkomandi ikki møtir í einum rættarmáli, sum hann er innkallaður til.
Rætturin roynir aðrar leiðir
Letur móttakarin ikki við seg koma eftir at hava fingið boðini í MínBoks, kann Føroya Rættur royna aðrar kunnugerðarhættir. Tað kann vera við vanligum posti, telefon ella við hjálp frá løgregluni.
Nýggja loysnin skal gera fráboðanir frá rættinum skjótari og einfaldari.