Ongi úrslit

Orð & Tónar aftur á skránni í Reinsarínum

Hóskvøldið 24. september skipar Sprotin aftur fyri Orð & Tónum í Reinsarínum. Á skránni eru tríggjar nýggjar bøkur, samrøður og tónleikur.

Tíðindaskriv
4 tímar síðan

Bókmentir og tónleikur verða aftur á skránni í Reinsarínum, tá Sprotin hóskvøldið 24. september klokkan 20 skipar fyri Orð & Tónum.

Á kvøldinum verða tríggjar nýggjar bøkur lagdar fram.

Arnbjørn Dalsgarð gevur út stuttsøgusavnið Kann eg vera títt barn?, har einki er, sum tað tykist vera. Søgurnar spæla við sansir, fordómar og fortreytir hjá lesaranum. Hans Jacob Kolslíð fer at práta við Arnbjørn um nýggja savnið.

Hanna Andreassen hevur skrivað bókina Babba og gloymskan. Bókin snýr seg um at standa einum menniskja nær, sum líðandi fer at gloyma – um ein pápa, sum broytist, og eina dóttur, sum lærir at bera sorgina, áðrenn hon missir.

Durita Fagradal Augustinussen fer at tosa við Honnu Andreassen um bókina.

Triðja verkið á skránni er Lendið, sum tekur støði í listarliga avrikinum hjá Bárði Jákupssyni.

Tá Bárður fylti 80 ár tollaksmessudag í 2023, skipaði hann fyri stórari framsýning, sum fevndi um mongu tættirnar í listarliga virkseminum hjá honum. Níggju listakøn fólk hava skrivað um hvør sín part av avrikinum í nýggja verkinum, sum Kinna Poulsen hevur samskipað.

Uni Holm Johannesen fer at práta við Bárð Jákupsson og Kinnu Poulsen um Lendið.

Ása Helena Brynjarsdóttir stendur fyri tónleikinum á kvøldinum.

Tiltakið byrjar klokkan 20 í Reinsarínum, og nýggju bøkurnar verða seldar við avsláttri í sambandi við tiltakið.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

16 tímar síðan

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29