Ongi úrslit

Orkukreppa hóttir Ungarn: Einasta kjarnorkuverkið í landinum kann steðga

Metlága vatnstøðan í Donau kann noyða einasta kjarnorkuverkið í Ungarn at steðga og elva til eina álvarsliga orkukreppu.

© Paks.
Paks-kjarnorkuverkið hevur verið í rakstri í 44 ár og hevur ongantíð áður verið noytt at steðga, tí ov lítið vatn hevur verið í Donau.
Edmund Jacobsen
4. august kl. 20:00

Ungarn stendur framman fyri einari møguligari orkukreppu, tí metlága vatnstøðan í Donau hóttir raksturin á kjarnorkuverkinum í Paks. Verkið framleiðir nærum helmingin av allari elorkuni í landinum.

Tað skrivar CNN.

Péter Magyar, forsætisráðharri, ávaraði mánadagin um, at teir torførastu fimm dagarnir enn eru fyri framman.

– Vit eru á ókendum leiðum. So leingi sum vatnstøðan heldur fram at lækka, er framvegis vandi fyri, at verkið má steðga, segði hann.

Seinni upplýsti hann, at nýggjastu forsagnirnar um vatnstøðuna í Donau vóru eitt sindur bjartari enn tær undanfarnu.

Donau kølir reaktorarnar

Vatn úr Donau verður nýtt til at køla reaktorkjarnarnar og aðrar avgerandi skipanir á verkinum. Verður elframleiðslan steðgað, hevur verkið kortini framvegis tørv á stórum vatnnøgdum fyri at forða fyri einari kjarnorkuvanlukku.

Paks-kjarnorkuverkið hevur verið í rakstri í 44 ár og hevur ongantíð áður verið noytt at steðga, tí ov lítið vatn hevur verið í Donau.

Magyar sigur, at elveitingin higartil hevur verið støðug, tí bæði húsarhald og vinnulív hava minkað um elnýtsluna. Men næstu dagarnir verða avgerandi.

Í Rumenia er støðan eisini álvarslig. Har vórðu tveir kjarnorkureaktorar steðgaðir í juli, tí ov lítið vatn var í Donau.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

20 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39