Ongi úrslit

Orkuskifti: Jenis spyr, nær hjálpin til láginntøkuhúski kemur

Jenis av Rana vil nú hava landsstýriskvinnuna í heilsu- og orkumálum at greiða frá, hvussu húski við lágum inntøkum skulu sleppa at vera við í orkuskiftinum – og nær lovaðu átøkini verða veruleiki.

Edmund Jacobsen
3. juni kl. 07:00

Løgtingsmaðurin hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini. Hann spyr, hvørji ítøkilig átøk samgongan ætlar at seta í verk fyri at tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum. 

Samstundis vil hann vita, nær hesi húskini kunnu vænta, at átøkini verða sett í verk.

Vísir á lyfti í samgonguskjalinum

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Jenis av Rana á, at samgongan í samgonguskjalinum hevur lovað at tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum.

Hann sigur, at talan er um ætlanir og lyfti, sum nógv fólk fegnast um og síggja fram til, serliga í eini tíð við høgum orkuprísum.

Vil hava greið svar

Við fyrispurninginum vil løgtingsmaðurin hava greið svar um, hvussu samgongan ætlar at loysa uppgávuna í verki, og nær fólk kunnu vænta ítøkilig úrslit.

Fyrispurningurin varð latin inn á Løgtingi 2. juni 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14