Strandarlondini, sum umsita makrelin í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, gjørdu bert avmarkað framstig á seinasta fundinum 18. september.
Føroyar vóru við á fundinum saman við ES, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Bretlandi.
Sambært Daniel Steadman hjá The Pew Charitable Trusts varð tó tosað um eina langtíðarætlan fyri umsitingina av makrelstovninum. Eygleiðarar sluppu eisini hesa ferð at bera fram síni sjónarmið. Á fundinum í apríl fingu teir ikki høvi til tað.
Makrelstovnurin undir vandamarki
Støðan hjá makrelstovninum er álvarslig. Pew vísir til eina meting hjá ICES frá 2025, sum staðfesti, at stovnurin var farin niður um eitt kritiskt lívfrøðiligt mark.
Verður stovnurin liggjandi undir hesum markinum, kann tað ávirka evnini hjá honum at endurnýggja seg.
Í 2025 eydnaðist heldur ikki strandarlondunum at semjast um eina samlaða mest loyvda heildarveiðu, TAC. Tey komu heldur ikki ásamt um, hvussu veiðan skuldi býtast, ella um eina felags langtíðarætlan fyri umsitingina av stovninum.
Pew finst at styttari tilgongd
Sambært Pew hava nøkur, men ikki øll, strandarlondini sett eina avmarkaða MSE-tilgongd í verk. Endamálið er at kanna møguleikar fyri framhaldandi veiðu, um vísindaliga ráðgevingin fyri 2027 verður, at eingin makrelur skal veiðast.
Pew finst at tilgongdini, tí uttanhýsis áhugabólkar ikki vóru tiknir við, og mælir í staðin til eina fullfíggjaða MSE-tilgongd við øllum strandarlondunum og við atliti at vistskipanini.
Næsti stóri fundurin um umsitingina av makrelinum verður 20. oktober. Tá skulu strandarlondini aftur royna at finna felags grundarlag undir framtíðar umsitingini av stovninum.