Ongi úrslit

Ótryggur heimur: Føroyar eiga at framleiða meira mat sjálvar

Fía Selma Nielsen vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at gera Føroyar meira sjálvbjargnar í matvøruframleiðslu og styrkja føroyska matframleiðslu.

© Savnsmynd.
Løgtingskvinnan Fía Selma Nielsen hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, spurningar um føroyska matframleiðslu.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Løgtingskvinnan Fía Selma Nielsen hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, tveir skrivligar spurningar um føroyska matframleiðslu.

Hon spyr, um landsstýrið ætlar, at Føroyar skulu gerast sjálvbjargnar í matvøruframleiðslu, og um landsstýrismaðurin hevur eina ætlan um at styrkja føroysku matframleiðsluna.

Ótryggur heimur setur matframleiðslu á breddan

Fía Selma Nielsen vísir á, at nógv hevur verið frammi um stuttfluttan mat seinastu árini. Vaksandi tilvitið um burðardygd hevur eisini stimbrað undir smáar privatar framleiðslur av grønmeti.

Hon vísir samstundis á, at ein alt ótryggari heimur ger tað neyðugt at hugsa um, hvussu Føroyar kunnu gerast meira sjálvbjargnar við mati og matframleiðslu.

Samgongan vil styrkja føroyska matframleiðslu

Í samgonguskjalinum verður staðfest, at landbúnaðurin hevur bæði búskaparligan, mentanarligan og tilbúgvingarligan týdning.

Har stendur eisini, at tað í einari ótryggari tíð er týdningarmikið at styrkja føroysku matframleiðsluna.

Fyrispurningurin varð settur á Løgtingi 18. september 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

Í gjár kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

Í gjár kl. 13:00