Ongi úrslit

Óveður tarnar ferðasambandinum - bæði á sjógvi og í luftini

Fitt av bilum standa á Krambatanga og bíða eftir Smyrli. Men hann er seinkaður nú tá ið myndin var tikin, klokkan 11.30, skuldi hann longu havt loyst aftur
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Tað er nógvur vindur í dag og hartil harður streymur. Og avleiðingin er tann, at ferðasambandi er órógvað, bæði á sjógvi og í luftini.

Í sambandi við flogferðsluna eru trý flogfør, sum skuldi koma í Vágar seinnapartin í dag, og í kvøld, seinkað í óásetta tí. Talan er um tvey flogfør úr Keypmannahavn og eitt er úr Olso

Eingin sigling er ímillum Sand og Skúgvi og Strandferðslan hevur eisini ávarað um, at ferðaætlanin hjá Smyrli fer ikki at halda í dag.

Í morgin, hósdagin, verður upp aftur meiri vindur og Strandferðslan hevur eisini longu avlýst tveir túrar hjá Smyrli.

Í hesum sambandi siglur Smyril av Krambatanga til Havnar klokkan seks í morgin ári, men túrarnir av Havnini klokkan 8.45 og klokkan 21.15, verða ikki sigldir. Og túrurin av Havnini, sum skuldi vera klokkan 14.15, verður framskundaður til klokkan 12.

Somuleiðis verða túrarnir av Krambatanga klokkan 11.30 og kokkan 17.30, heldur ikki sigldir.

Og Strandferðslan boðar longu nú frá, at í morgin eru avlýsingar og seinkingar væntandi allastaðni, bæði hjá skipum og hjá Bygdaleiðum.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

15 tímar síðan

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10