”Panic of error is the death of progress, and love of truth is its safeguard.” Framtaksfjáltur er framtaksins deyði, og kærleiki til sannleikan er verji tess, soleiðis tók ein breti einaferð til. Tíbetur er samfelagið ein samfingin hópur av ymiskum samanskrúvaðum personasjum. Tummilfingrarnir og so tey sum duga alt til hendurnar, tey sum hava hug til sjógvin, og tey sum trívast betri á túnum sløttum og drúgvu funktionertýpurnar, sum arbeiða íðið fyri einari tíma-, viku- ella mánaðarløn og so eru tað kóvboyararnir, hesi sum ikki trívast í tryggleikanum, sum illa fáa sovið, uttan at eitt nýbrot, ein verkætlan, stútt og støðugt stendur og bíðar efti teimum í havsbrúnni.
Vit koma svimjandi inn í lívið ígjøgnum fosturvatnið hjá mammum okkara. 60% av mannakroppinum er vatn, 90% av blóði okkara er vatn og 70% av úthami jarðarinnar er vatn og sjógvur. Vit, sum við tíðini gjørdust føroyingar, komu siglandi til oyggjarnar fyri 12, 14 ella 16 øldum síðan og logiska fylgjan av at liggja miðskeiðis í sjónum er, at vit hava eitt tættari tilknýti til sjógvin enn so mong onnur. Hóast vit í túsund ár, so at siga burturav, vóru eitt landbúnaðarland, sum bert megnaði at metta fýra túsund munnar so loysnaði, táið handilin gjørdist frælsur og vinnuspírar sóu møgleikarnar í ymsum potentialum. Soleiðis gjørdust vit fram til hendan dag 55 túsund oyggjabúgvar.
Ein umfalfatran av samfelagnum var neyðug, nú útgerðarmenn keyptu skip, sum skuldu mannast. Ein 17 ára gamal føroyingur, sum seinri gjørdist gitin yrkjari, yrkti í langfarasigling í 1964 yrkingina Á dekkinum:
Náttin millum bjartar stjørnur
millum alduljóð og lond
har sum herja harðar ódnir
har ið binda eingi bond
har eg altíð fríur eri
har sum havið vinur er
har sum leysur langt eg fari
har sum frískur byrður ber.
Abbi mín segði í einari røðu fyri nakað nógvum árum síðan: ”Landið er lítið, men havið er stórt, og har hava vit nógmikið av rásarúmi at virka í.” Áleið soleiðis man Jakku Højgaard – inni í Gerði - eisini hava hugsað, táið hann ynskti at gerast skipari á egnum kjøli. Tá hevði hann helst ikki roknað við, at hann skuldi gerast forævigaður í føroyskum bókmentum. Ein av manningini í 1965 – Magnus Dam Jacobsen – av Kamarinum - skrivaði eina heila bók um túrin, sum gjørdist eitt markabót í føroyskum skaldskapi. Onkursvegna hevur skonnartin Kongshavn drigið skald og yrkjarar at sær. Jóanes Nielsen var sum 14 ára gamal ein grønlandstúr við sama skipi – og seinri aftur - teir fiskaðu við bátum og skonnartin var móðurskip. Jóanes hevði ein longri fyrilestur um ta tíðina á einari mentanarviku í Runavík í 2019. Hóast hann hevði roynt sjólívið á øðrum mótum – við trolarum og línubátum – so var tíðin – og ikki minst manningin – huglagið - við Kongshavn, tað sum hevði mestan týdning fyri hann.
Tað finst onki kopi av Niclasi – syni hansara – men hann fylgdi slóðini, og man hava lagt at har í Føroyum, sum klettur er fyri. Vit kendust, serliga eftir at eg gjørdist havnameistari við Runavíkar havn, og hann legði ikki í at fjala tað, sum hann meinti, og hóast vit kundu vera ósamdir, so vóru vit á bylgjulongd. Kanska líka einfaldir báðir, meiningarnar lógu uttan á kroppinum og tað sum skuldi sigast varð sagt. Ein kropslig kempa, eitt arbeiðsgrev, men teir báðir Jakku vóru eitt slag av one man one ship týpum. Skiparar og administratorar í einum og sama persóni - á einum skipi.
Teir, sum nú ráða fyri borgum í útgerðarfelagnum Navigare, triðja ættarlið, hava toygt seg longur, og tað er ein heilt onnur støða enn at sita við øllum knøttunum í einum knokki. Ein heilur floti í sjónum krevur disciplin og fyristingarliga styrki, og vit, sum hava roynt tað maritima elementið, vita, at tað í størstan mun dúvar uppá fremstu førleikar á brúgv, í maskinu og á dekki. Hesi trý eru undirstøðan í gerandisdegnum, í rúma tíð langt burtur frá húsi og heimi, og nú kom eg aftur at hugsa um seinra ørindi í yrkingini hjá hinum 17 ára gamla Róa Patursson:
Ferðist eg í millum landa
síggi gleði, sorg og stríð.
Men ein myndin bjørt man standa
minnir meg um bestu tíð
ja, har heima í tí dali
har alt grønt og vakurt er
eg í huga kátur spæli
meðan skip um sjógvin fer.
At eitt vinnufelag kann halda sín 60 ára føðingardag er í sær sjálvum einastandandi, og at ein nýbygningur hjá felagnum í dag kom siglandi inn eftir fjørðinum, prógvar bara, at framtaksfjáltur ikki hevur rakt eigararnar. Harrin havi lov fyri tí.
Nógv samskifti hevur verið millum Runavíkar kommunu og Navigare hesi seinastu árini, og hóast trýstið á stemplunum onkuntíð hevur verið nakað ovarlaga, so funnu vit altíð loysnirnar, eisini hesa, at felagið flutti úr Rókini longur inn á fjørðin - til Søldarfjarðar.
Tað frøir okkum, at felagið hevur heimstað hjá okkum, og serliga fegnast vit um, at felagið stútt og støðugt liggur við framskrúvu, alternativið er at smokka í mýrulendinum.
Fyri Runavíkar kommunu fari eg við hesum at ynskja tykkum øllum - reiðaríi, eigarum og manning - hjartaliga til lukku við føðingardegnum og stóra nýbrotinum í dag.