Skála Ítróttarfelag skrivar soleiðis í kvøld:
Avgerð er nú tikin um at enda samstarvið millum Skála ÍF og Paula Poulsen, høvuðsvenjara hjá besta mansliðnum.
Pauli hevur í nógv ár verið ein stór
drívmegi í felagnum og hevur við eldhuga og ídni lagt nógva tíð og orku í okkara besta manslið. Vit takka honum fyri hansara stóra íkast og ynskja honum alt tað besta frameftir.
Arbeitt verður við einari loysn fyri venjaratoymið. Nærri kunning kemur seinni.