Ongi úrslit

Pávin avlýsir sítt virksemi um vikuskiftið

Frans páci hevur verið innlagdur við bronkitis síðani fríggjadagin

Ragnar Sjúraðrson
18. februar 2025 kl. 18:33

Frans pávi luttekur ikki í hátíðarhaldinum í sambandi við, at hetta vikuskiftið verður hátíðarhildið ‘heilaga árið’, sum er jubileumsárið hjá katólsku kirkjuni.

Tað boðar Vatikanið frá, skrivar tíðindastovan Reuters.

Orsøkin er heilsan hjá 88 ára gamla pávanum, sum er illa fyri. Hann hevur verið innlagdur við bronkitis síðani fríggjadagin, og í gjár varð boðað frá, at hann var í "kompleksari kliniskari støðu". Sunnudagin varð sagt, at heilsustøðan var støðug.

Frans pávi hevur verið leiðari í katólsku kirkjuni síðani 2013, tá undanmaður hansara, Benedikt pávi, legði frá sær, og gjørdist fyrsti pávi síðani 1415.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Myndir: Voxbotn 2026

Í gjár kl. 19:17