Landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum, Margit Stórá, hevur ikki ætlanir um at leggja fram lógaruppskot, sum strikar alla mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum.
Tað sæst í svari til ein § 52 a-fyrispurning frá Sámali Peturi í Grund, løgtingsmanni. Hann spurdi, um mótrokningin verður tikin av, so tað altíð skal loysa seg at arbeiða eftir pensjónsaldur.
Hon avvísir fortreytina
Margit Stórá sigur, at tað longu í dag altíð loysir seg hjá pensjónistum, ið eru føddir eftir 1952, at arbeiða. Hon vísir á, at mótrokningarprosentið er lækkað niður í 20, og at arbeiðsinntøka ikki ávirkar útgjaldið úr Samhaldsfasta.
Hon vísir eisini á, at skipanin verður smidligari frá 1. januar 2027. Tá verður pensjónsútgjaldið regulerað hvønn mánað eftir inntøkuni hjá pensjónistinum. Endamálið er at sleppa undan stórum eftirrokningum frá Almannaverkinum.
Kostnaðurin kann gerast stórur
Almanna- og bústaðamálaráðið metir, at tað hevði kostað landskassanum umleið 40–45 milliónir krónur meira um árið at strika mótrokningina av arbeiðsinntøku.
Haraftrat koma møguligar útreiðslur til umleið 560 fólk, sum hava útsett pensjónina. Full pensjón til hesi svarar til knappliga 58 milliónir krónur.
Sambært svarinum arbeiða føroyskir pensjónistar longu nógv samanborið við pensjónistar í øðrum londum. Í Føroyum eru 48 prosent av teimum 65–74 ára gomlu í arbeiði. Í Danmark er talið 23 prosent.