Ongi úrslit

Per Busk er nýggjur forstjóri

Per Busk hevur drúgvar leiðsluroyndir frá danska heilsuverkinum og serliga frá sjúkrahúsøkinum

Landssjúkrahúsið
9 tímar síðan

Per Busk er settur sum nýggjur forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur avgjørt at seta Per Busk sum forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum. Hann tekur við starvinum 1. juli 2026.

Per Busk hevur drúgvar leiðsluroyndir frá danska heilsuverkinum og serliga frá sjúkrahúsøkinum. Hann hevur í nógv ár verið sjúkrahússtjóri á Esbjerg Sygehus og hevur seinasta góða hálva árið verið virkandi sjúkrahússtjóri. Harumframt hevur hann havt leiðandi størv í Region Syddanmark, har hann millum annað hevur arbeitt við sjúkrahúsætlanum, heilsutrygd, præhospitalsøkinum og sjúkrahúsrakstri.

Per Busk er útbúgvin cand.scient.pol. frá Aarhus Universiteti í 1993. Hann hevur harumframt leiðsluútbúgvingina KIOL frá 2004.

Í starvinum fær Per Busk ovastu ábyrgdina av Sjúkrahúsverkinum, sum fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Starvið fevnir samstundis um ábyrgdina sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum.

Við setanini fær Sjúkrahúsverkið ein royndan leiðara við hollari vitan um sjúkrahúsrakstur, fyrisiting og menning av heilsutænastum

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Áheitan um innsavning til Nóa

6 tímar síðan

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32