Ongi úrslit

Ph.d.-verja í Kongshøll: Eli Nolsøe Leifsson leggur fram nýggja vitan um kropsligu krøvini í fótbólti

Fríggjadagin 26. juni verjir Eli Nolsøe Leifsson sína ph.d.-ritgerð um kropsligu krøvini í fótbólti og venjing hjá monnum og kvinnum.

© FSF.
Eli Nolsøe Leifsson hevur verið vinnu-ph.d.-lesandi á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya og samstundis starvssettur hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Fríggjadagin 26. juni klokkan 14.00 verjir Eli Nolsøe Leifsson ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Ritgerðin viðger kropsligu krøvini í fótbólti og gevur nýggja vitan um, hvussu tær mest krevjandi løturnar í dystum ávirka spælarar, og hvussu venjingarbyrðan broytist yvir tíð.

Eli hevur verið vinnu-ph.d.-lesandi á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya og samstundis starvssettur hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Hægstu krøvini nógv hægri enn miðal

Ritgerðin byggir á fýra granskingarverkætlanir við mannligum yrkisspælarum í donsku superliguni og kvinnuligum spælarum í bestu føroysku deildini. Niðurstøðurnar vísa, at tey mest krevjandi tíðarskeiðini í dystum liggja nógv oman fyri miðalkrøvini í einum heilum dysti.

Sambært granskingini vóru hægstu virðini fyri renniferð og spurt upp til umleið átta ferðir hægri enn miðalvirðini í dysti. Samstundis vísir arbeiðið, at spælarar vanliga koma fyri seg aftur innan tveir til fimm minuttir eftir tær mest krevjandi løturnar.

Kvinnufótbóltur fylgir greiðum mynstri

Í kanningini av kvinnufótbólti sæst eitt greitt venjingarmynstur gjøgnum vikuna. Størsta venjingarbyrðan liggur tríggjar til fýra dagar undan dysti, meðan byrðan verður minkað seinasta samdøgrið undan dysti.

Granskingin vísir eisini, at spælarar oftast røkka teimum hægstu kropsligu krøvunum í dystum heldur enn til venjing, og at dystirnir fylla ein vaksandi part av samlaðu kropsligu krøvunum.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

Í gjár kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

10 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Máttu tvær ferðir eftir sama manni

14 tímar síðan

Fleiri túrar um Nólsoyarfjørð

Í gjár kl. 21:12

Hálvvaksnir dreingir stjólu fleiri fløskur

6. juni kl. 09:23