Føroyskir næmingar uppliva meiri ófrið í flokkinum enn næmingar í hinum Norðurlondunum. Tað vísa svarini í PISA-kanningini, sambært Tórhalli við Gil, næstformanni í Føroya Lærarafelagi.
PISA kannar ikki bara fakligu førleikarnar hjá næmingunum. Næmingarnir verða eisini spurdir um umstøðurnar í undirvísingini. Føroysku svarini vísa millum annað, at næmingar ikki lurta eftir læraranum, at ófriður og óskil er í flokkinum, og at lærarin má bíða leingi eftir, at næmingarnir gerast friðarligir.
Lærarafelagið vil styrkja tvílæraraskipanina
– Hetta eru álvarsom tøl, og tey eiga at verða tikin í álvara, sigur Tórhallur við Gil.
Hann vísir á, at arbeiðsfriður er ein grundleggjandi fortreyt fyri góðari undirvísing. Eftir hansara meting vísa úrslitini, at tað í fleiri førum er neyðugt at hava tveir lærarar í sama flokki.
Ein styrkt tvílæraraskipan kundi til dømis gjørt tað møguligt hjá einum lærara at undirvísa flokkinum, meðan hin undirvísir einum minni bólki.
Snildfonir órógva minst í Føroyum
Á einum øðrum øki stendur føroyski fólkaskúlin sterkari. Sambært PISA órógva snildfonir føroyskar næmingar minni í undirvísingini enn næmingar í hinum Norðurlondunum.
Tórhallur við Gil heldur, at hetta bendir á, at reglurnar hjá føroysku skúlunum um at fáa telefonirnar úr skúlatímanum hava virkað væl.
PISA-svarini vísa eisini ein greiðan samanhang millum fráveru og faklig úrslit. Tess oftari næmingar skulka ella koma ov seint í tíma, tess verri klára teir seg.