NSÍ skrivar soleiðis í morgun:
NSÍ fegnast um at kunna boða frá, at Pól Thorsteinsson hevur longt sáttmálan við felagið. Nýggi sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2027, har Pól heldur fram sum hjálparvenjari hjá besta mansliðnum.
Pól tók við sum hjálparvenjari hjá NSÍ undan kappingarárinum 2026, og hann hevur sostatt verið partur av einum sera minniligum ári hjá felagnum.
Við Póli sum hjálparvenjara eydnaðist tað NSÍ at vinna føroyameistaraheitið, røkka hálvfinaluni í steypakappingini og spæla seg heilt til 3. umfar í evropeiskum fótbólti.
Pól hevur samstundis ein heilt serligan leiklut í søguni hjá NSÍ. Hann var nevniliga eisini partur av liðnum, sum í 2007 vann fyrsta føroyameistaraheitið hjá felagnum. Tá sum spælari á vøllinum, og nú, 19 ár seinni, sum hjálparvenjari á síðulinjuni. Pól hevur sostatt havt ein týðandi leiklut í báðum føroyameistaraheitunum hjá NSÍ – nakað, sum ger hansara samband við felagið og søgu tess heilt serligt.
Við einum søguligum kappingarári í skjáttuni verður nú hugt fram ímóti 2027. Málið er at byggja víðari á góðu úrslitini, menna liðið enn meira og aftur vera við í stríðnum um fremstu plássini og steypini. Samstundis verður miðað eftir at halda fram við góðu gongdini í evropeiskum fótbólti.
NSÍ fegnast um, at Pól hevur valt at halda fram í felagnum. Við sínum royndum, kunnleika og sterka tilknýti til NSÍ verður hann ein týdningarmikil partur av arbeiðinum at røkka málunum fyri 2027.
Vit ynskja Póli alt tað besta í komandi kappingarári, skrivar NSÍ.