Ongi úrslit

Vágur gjørdist eitt serligt stað hjá pólskum pari

Pólska parið Lena og Damian hevur brúkt tveir mánaðir í Vági sum partur av verkætlanini Arctic Digital Nomads, ið er stuðlað av NORA.

© Vágs Kommuna
Edmund Jacobsen
12. mai kl. 06:57

Pólska parið Lena og Damian hevur brúkt tveir mánaðir í Vági sum partur av verkætlanini Arctic Digital Nomads, ið er stuðlað av NORA. 

Tey siga, at uppihaldið gav teimum bæði arbeiðsgleði, íblástur og eitt tætt samband við lokalsamfelagið. Tað skrivar heimasíðan hjá Vágs Kommunu.

Náttúran gav íblástur

Parið búði mitt í Vági og nýtti fyrstu dagarnar til at finna seg til rættis. Útsýnið yvir fjørðin og fjøllini gjørdist skjótt ein týðandi partur av gerandisdegnum.

Damian arbeiddi við skriving og las um føroyska list, meðan Lena arbeiddi við sínum tekstilverkætlanum. Tey brúktu eisini nógv tíð í náttúruni við gongutúrum til Vágseiðið og Eggjarnar.

Arbeiddu við list í Vági

Í Ruth Smith-savninum fann Damian íblástur í føroysku listini. Lena brúkti meira enn 100 tímar í vevistovuni, sum hon kallaði “the magic basement”, har hon gjørdi eitt stórt teppi við føroyskum fuglum sum tjaldri, lunda og súlu.

– Ein fjørður er ikki bara ein fjørður, sigur Lena og vísir á, hvussu litir, veður og fólk gjørdu upplivingina serliga.

Sakna samveruna í Føroyum

Sambært Lenu var tað serliga kenslan av at vera partur av lokalsamfelagnum, sum setti djúpast spor.

– At verða ein partur av lokalsamfelagnum, við smáum práti, smílum og kaffi, tað er nakað, vit veruliga sakna, sigur hon.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

19 tímar síðan