Poula Árnadóttir Lervig er sett sum varastjóri í Løgtinginum frá 1. juli í ár. Sum varastjóri fer Poula umframt egna starv sítt sum løgfrøðingur at avloysa stjóran, tá hesin er burtur, eins og hon fer at hava fakligu leiðsluna av parti av rakstrinum av Løgtinginum.
Av tí, at talan ikki er um eitt leiðslustarv burturav, men heldur um eina lutvísa leiðsluuppgávu, er starvið lýst leyst innanhýsis. Tríggjar umsóknir vóru til starvið.
Poula er útbúgvin løgfrøðingur og hevur í stívliga 5 ár starvast sum ráðgevi í Løgtinginum, m.a. sum nevndarskrivari hjá fleiri tingnevndum.
Løgtingið ynskir Poulu til lukku og bestu eydnu við nýggju og broyttu uppgávuni.