Ongi úrslit

Blóðugt álop á Berlin Pride: Illgrunaði álopsmaðurin deyður

Ein kvinna doyði, og 29 fólk vórðu særd, tá ein maður koyrdi inn í eina mannamúgvu og síðani leyp á fólk við machetu nærindis Pride-hátíðarhaldinum í Berlin.

© LGBT+ Føroyar
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Illgrunaði maðurin, sum stóð aftan fyri blóðuga álopið á Christopher Street Day í Berlin, er deyður eftir eina fleiri tíma langa løgreglujakt. Tað skriva fleiri týskir miðlar sambært Euronews.

Maðurin varð funnin í einum urtagarðsøki í Spandau. Løgreglan varð send á staðið, og vitni søgdu seg hava hoyrt skot. Enn eru ikki allar umstøðurnar kring deyða hansara almannakunngjørdar.

Koyrdi inn í mannamúgvu

Ein kvinna doyði, og 29 fólk vórðu særd, tá ein vøruvognur leygarkvøldið koyrdi inn í eina mannamúgvu í Tiergarten nærindis Pride-hátíðarhaldinum.

Sambært týska innanríkisráðharranum, Alexander Dobrindt, fór álopsmaðurin síðani eftir fólki við machetu. Fleiri vórðu álvarsliga særd. Sunnudagin var tó eingin av teimum fýra, sum framvegis vóru á intensivari deild, í lívsvanda.

Týsku myndugleikarnir hava flokkað hendingina sum eitt islamistiskt yvirgangsálop. Pride-hátíðarhaldið varð avlýst eftir álopið.

LGBT+ Føroyar: – Í dag syrgja vit

LGBT+ Føroyar sigur seg vera skelkað av álopinum og sendir teimum særdu, deyðu kvinnuni og avvarðandi hennara sínar djúpastu tankar.

Felagsskapurin lýsir hendingina sum eitt álop á LGBT+-rættindi og eina roynd at ræða og kúga LGBT+-fólk.

– Í dag syrgja vit. Í morgin ganga vit Faroe Pride fyri at vísa á, at slíkt eigur ikki at henda, skrivar LGBT+ Føroyar á Facebook.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Leirvíkstunnilin stongdur

22. juli kl. 14:43