Tað er rætiliga ymiskt, hvussu gongdin er á bústaðarmarknaðinum kring landið. Tað vísir ein uppgerð hjá landskassanum.
Vanliga fatanin er, at prísirnir hækka nógv, og tað gera teir eisini fyri tað mesta - men summstaðni eru prísirnir lækkaðir.
Fyrra hálvár í ár var miðal sethúsaprísurin í Havn 7% hægri enn hann var í fjør.
Hinvegin er hann hækkaður 17% smærri bygdununum og í Suðuroy og Sandoy, sum eru bólkaðar saman, er hann hækkaður mest, nevniliga 21%.
Her er tað uttan iva prísirnir á Sandoynni, sum hála miðalprísin upp, tí har standa hús til sølu nú fyri 3 - 4 milliónir og tað er nógv meiri enn hvat eini hús í Suðuroy verða seld fyri.
Hinvegin eru sethúsaprísirnir í størri bygdunum 4% lægri í miðal í fyrra hálvári ár enn í fjør.
Eftir hagtølum frá Føroya Banka var miðal sethúsaprísurin í Havnini fyrra hálvár í ár, næstan 4,8 milliónir og fyri íbúðir er hann 3,3 milliónir.
Í størri bygdunum er miðalprísurin fyri eini sethús, 2,5 milliónir og í smærru bygdunum er hann 2,4 milliónir. Í Suðuroy og Sandoy er miðal sethúsaprísurin 1,7 milliónir í fyrra hálvári 2026.
Tey dýrastu 5% av sethúsunum, sum eru seld í Havnini higartil í ár, eru farin fyri 7,1 milliónir í miðal, og tær dýrastu 5% av íbúðunum, ið eru seldar í Havnini, eru farnar fyri 4,5 milliónir í miðal.
Hesi seinastu árini eru tað í størri mun verið íbúðir, sum eru seldar í størri bygdunum. Men ímeðan miðalprísurin á einum sethúsum í størri bygdunum, nú er 2,5 milliónir, er miðalprísurin á íbúðum 2,7 milliónir. Sostatt er miðalprísurin á íbúðum í størru bygdunum farin upp um miðalprísin á sethúsum - og tað er akkurát tann øvugta gongdin enn í Havn, har íbúðirnar eru væl bíligari enn sethús.
Talvan niðan fyri vísir gongdina kring um í landinum
