Hesi seinastu árini, síðani 2018, eru sethúsaprísirnir í miðstaðarøkinum hækkaðir skjótari enn tøka inntøkan hjá húsarhaldunum. Tað staðfestir Landsbankin.
Í fyrra hálvári í ár var sethúsaprísurin í miðstaðarøkinum eini seks prosent hægri enn hann var í fjør.
Her er talan um tann reala sethúsaprísin, sum tey kalla tað. Tað er vanligi sethúsaprísurin tá ið vanliga príshækkingin í samfelagnum, inflatiónin, ikki tikin við.
Sum myndin niðan fyri vísir, eru inntøkurnar hjá fólki ikki hækkaðar líka nógv sum sethúsaprísirnir hesi seinastu 10 árini.
Landsbankin sigur, at høvuðsorsøkin til príshækkingarnar á bústaðarmarknaðinum er, at útboðið av sethúsum er nógv lægri enn eftirspurninginum.
Samstundi kunnu hækkandi byggikostnaðir, inflatión, rentuhækkingar og manglandi útstykkingar vera orsøkir til, at tað ikki verða bygdir nóg nógvir bústaðir til at eftirspurningurin verður nøktaður.
Í longdini er tað hinvegin broytingar í samfelagnum, sum eisini hava økt um eftirspurningin eftir bústøðum.
Tað ið hevur økt um eftirspurningin eftir bústøðum, og sostatt hevur tað trýst sethúsaprísirnar upp, er fyrst og fremst fólkavøksturin - men eisini tað at fólk í størri mun enn áður liva sum støk, ella eru stakir uppihaldarar.