Ongi úrslit

Ráðstevna um LGBTI-lívskor: Nýggj kanning varpar ljós á føroyskar avbjóðingar

Kunnleikin um lívskorini hjá LGBTI-persónum í Føroyum er framvegis avmarkaður. Nú verður ein nýggj norðurlendsk kanning løgd fram í Tórshavn.

Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Norðurlandahúsið verður 17. juni karmur um eina ráðstevnu, har úrslitini av eini nýggjari norðurlendskari kanning um lívskorini hjá LGBTI-persónum í bygdasamfeløgum verða løgd fram við serligum denti á Føroyar.

Sambært fyrireikarunum eru lívskorini hjá LGBTI-persónum tætt knýtt at tí staði, tey búgva á. Munur er á møguleikum fyri stuðli, netverkum og málrættaðum átøkum kring Norðurlond. Serliga í smáum og fábýltum samfeløgum kunnu landafrøðilig, mentanarlig og sosial viðurskifti skapa serligar avbjóðingar.

Avmarkaður kunnleiki um føroysk viðurskifti

Á ráðstevnuni verða bæði norðurlendsk og føroysk sjónarmið løgd fram. Kajsa Widegren, dosentur í kynsvísindum í Svøríki, og Elisabeth Skarðhamar Olsen frá Fróðskaparsetri Føroya fara at umrøða niðurstøðurnar í kanningini og týdningin, tær kunnu hava fyri føroyska samfelagið.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum og javnstøðumálum, setur ráðstevnuna. Eisini verður pallborðskjak um, hvussu norðurlendskt samstarv kann styrkja rættindi og møguleikar hjá LGBTI-persónum í Føroyum.

Serligur stuðul til føroyskar verkætlanir

Eftir ráðstevnuna verður eitt kunnandi tiltak um norðurlendska LGBTI-grunnin. Í ár verða umsóknir úr Føroyum, Grønlandi og Álandi serliga raðfestar. Stuðul kann søkjast frá 50.000 upp í 500.000 krónur, og freistin er 2. novembur 2026.

Sambært grunninum skulu í minsta lagi tríggir samstarvspartar úr trimum ymiskum norðurlondum standa aftan fyri eina umsókn. Endamálið er millum annað at styrkja kunnleikan um avbjóðingar hjá LGBTI-persónum og at menna norðurlendskt samstarv á økinum.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00