Ein indiskur flogskipari á einum Flydubai-flogfari úr Dubai til Tel Aviv sigur, at hann stríddist fyri at fáa dyrnar í stýrhúsinum upp, meðan hann lá særdur á gólvinum og framvegis varð álopin av hinum flogskiparanum. Tað skrivar BBC.
– Eg lá særdur á gólvinum, men segði við meg sjálvan, at eg skuldi royna eina seinastu ferð at fáa dyrnar upp innanífrá, segði Smit Machchhar í eini videosamrøðu við indiska forsætisráðharran Narendra Modi.
Flogfarið fall meira enn 5.000 metrar
Flydubai-flogið FZ1073 var á veg úr Dubai til Tel Aviv tíðliga mikumorgunin, tá flogfarið umleið tveir og ein hálvan tíma eftir fráferð brádliga fall meira enn 17.000 føtur – umleið 5.200 metrar.
Flogfarið sendi fyrst neyðarboð til flogferðslustýringina og skifti síðani til kotu 7500, sum verður brúkt sum fráboðan um flográn.
Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu segði seinni, at annar flogskiparin hevði stungið hin og eftir øllum at døma roynt at fáa flogfarið at detta niður. Hetta er frágreiðingin hjá Netanyahu um hendingina.
Ferðafólk og manning fingu tamarhald á støðuni
Ferðafólk og manning fingu tamarhald á álopsmanninum. Tveir eykaflogskiparar, sum vóru umborð, tóku síðani yvir og settu flogfarið trygt niður í Tabuk í Saudiarabia klokkan 06.58 lokala tíð.
Machchhar varð fluttur á sjúkrahús og síðani flogin til Abu Dhabi. Indiska sendistovan upplýsti hósdagin, at hann var væl fyri og var í góðum bata.
Sameindu Arabisku Emiratini kanna nú, um hendingin hevði samband við yvirgangsvirksemi.