Ongi úrslit

Regin fer til Berkeley at granska

Granskingin hjá Regini snýr seg serliga um leiklutin hjá limaráðum og umboðsráðum og um sambandið millum limir, nevnd og dagliga leiðslu

setur.fo
3 tímar síðan

Regin Djurhuus Hammer, ph.d.-lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur fingið Fulbright-stuðul til granskingaruppihald á University of California, Berkeley.

Regin er í ph.d.-vísindastarvi í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini, og á Berkeley verður hann í heyst knýttur at Haas School of Business, Center for Responsible Business, har hann fer at arbeiða víðari við gransking síni um stýring av fyritøkum, sum limir eiga.

Hesar fyritøkur skilja seg frá vanligum partafeløgum við tað, at eigararnir ikki eru partaeigarar, men mangan kundar, limir ella brúkarar. Hetta reisir serligar spurningar um m.a. ognarskap, fólkaræði og ábyrgd.

Granskingin hjá Regini snýr seg serliga um leiklutin hjá limaráðum og umboðsráðum og um sambandið millum limir, nevnd og dagliga leiðslu. 

Uppihaldið á Berkeley gevur Regini møguleika at menna granskingina í einum altjóða granskingarumhvørvi og at knýta nýggj faklig sambond.

- Eg haldi, at hetta er ein heiður, og eg gleðist um fáa møguleikan at vera partur av granskingarumhvørvinum á UC Berkeley. Eg vóni, at uppihaldið bæði kann styrkja mína egnu gransking og skapa sambond, sum kunnu gagna Fróðskaparsetrinum og føroyskum granskingarumhvørvi, sigur Regin Djurhuus Hammer.

Fulbright er ein altjóða akademisk skiftisskipan, sum hevur til endamáls at fremja samstarv og sínámillum fatan millum USA og onnur lond gjøgnum útbúgving og gransking.

Lesið meira um Fullbright HER 

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

Í gjár kl. 08:55

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 08:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 16:33