Altjóða shippingvinnan er komin í eitt tíðarskeið við stórari óvissu. Geopolitikkur verður nú mettur sum størsta avbjóðingin hjá vinnuni.
Tað var høvuðsboðskapurin, tá Reiðarafelagið fyri Handilsskip í vikuni luttók á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping, ICS, í Rom.
Føroyar eru bundnar at sjóleiðunum
Umleið 80 prosent av heimshandlinum verða flutt sjóvegis. Tí raka ófriður, handilsspennningar og órógv á altjóða sjóleiðum eisini Føroyar.
Hendingar í Reyðahavinum, kríggið í Ukraina og broytt geopolitisk viðurskifti hava longu havt avleiðingar fyri altjóða logistikk, kostnaðarstøði og veitingartrygd.
Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip og nevndarlimur í ICS, sigur, at føroyski búskapurin er treytaður av, at skipaferðslan virkar.
Grøn umlegging krevur stórar íløgur
Á ráðstevnuni legði ICS fram frágreiðingina ICS Maritime Barometer Report 2025-2026. Hon vísir, at regluverkið verður alsamt meira fløkt, at grøna orkuskiftið krevur stórar íløgur og tøkniliga menning, og at óvissan um framtíðar brennievni framvegis er stór.
Á aðalfundinum varð John Denholm valdur nýggjur formaður í ICS eftir Emanuele Grimaldi, sum hevur verið formaður seinastu fýra árini.
ICS er størsti altjóða felagsskapurin fyri reiðarafeløg og umboðar meira enn 80 prosent av heimsins handilsflota. Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur verið limur í ICS síðan 2014.