Ongi úrslit

Relatiónin – grundarlagið undir øllum pedagogiskum arbeið

Áðrenn vit kunnu hjálpa einum menniskja, mugu vit hava samband við tað, skrivar Beinta Klakstein nevndarlimur og skrivari í Føroya Pedagogfelag

pedagogfelag.fo
1 tími síðan

Tað ljóðar kanska einfalt. Men í veruleikanum er hetta tað mest grundleggjandi í pedagogiskum arbeiði. Vit kunnu hava útbúgving, fakliga vitan, metodur, arbeiðsamboð og góðar ætlanir. Vit kunnu vita nógv um menning, læring, trivna og atferð, men um vit ikki megna at skapa eina trygga og álitisfulla relatión við menniskjuni, vit arbeiða við og eru um, verður tað trupult at brúka okkara fakligu vitan á ein hátt, sum veruliga ger mun. Relatiónin er ikki bara ein partur av pedagogiska arbeiðinum. Relatiónin er grundarlagið undir tí.

Frá uppaling til relatión

Hetta við at tosa um relatiónir í arbeiðinum við menniskjum er ikki nakað nýtt. Ein, sum hevur havt stóra ávirkan, er amerikanski sálarfrøðingurin Carl Rogers. Í 1950’unum setti hann sambandið millum hjálparan og tann, sum skuldi hava hjálp, í miðdepilin. Rogers legði millum annað dent á empati, ektaða nærveru og eina grundleggjandi virðing fyri hinum menniskjanum.

Tað merkir, at vit ikki bara síggja menniskja sum ein trupulleika, eina diagnosu, eina atferð ella eina uppgávu, sum skal loysast. Vit síggja menniskja.

Hetta er eisini ein týðandi tanki hjá Martin Buber og hansara hugtaki um Eg og Tú. Tað veruliga møtið millum tvey menniskju kemur, tá hin ikki verður gjørdur til eitt objekt, sum vit skulu forma, stýra ella broyta, men verður møtt sum eitt menniskja við egnum upplivingum, kenslum og virði.

Seinni hava granskarar og pedagogiskir hugsarar ment hesar tankar víðari. John Bowlby vísti við sínum arbeiði um tilknýti, hvussu týdningarmiklar tryggar relatiónir eru fyri barnsins menning. Berit Bae hevur serliga lagt dent á ta viðurkennandi relatiónina í pedagogiskum arbeiði og á, hvussu tann vaksni/starvsfólki møtir barninum/borgaranum sum eitt subjekt – einum menniskja, sum hevur sín egna veruleika. Sìðani hava fleiri aðrir teoretikarar sett orð á týdningin av relatiónum í pedagogiskum arbeiði. Tað er ein grundleggjandi partur av tí at arbeiða við menniskjum.

Tað byrjar við møtinum

Hvussu møta vit teimum, sum vit arbeiða við?

Meiri....

https://pedagogfelag.fo/news/663/relationin-grundarlagid-undir-ollum-pedagogiskum-arbeidi

 

Beinta Klakstein

nevndarlimur og skrivari í Føroya Pedagogfelag

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

Í gjár kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49