Ongi úrslit

Rendi á ísfjall í Grønlandi: Anguteeraq aftur í Runavík til umvælingar

Útróðrarbáturin Anguteeraq fekk stóran skaða eftir samanstoyt við eitt ísfjall í Grønlandi. Nú skal hann umvælast hjá AWI Boats í Runavík.

© AWI Boats.
Anguteeraq kom mikukvøldið aftur á Skálafjørðin, har báturin varð bygdur hjá AWI Boats í 2024.
Edmund Jacobsen
46 minuttir síðan

Anguteeraq kom mikukvøldið aftur á Skálafjørðin, har báturin varð bygdur hjá AWI Boats í 2024.

Fyrr í ár rendi hann á eitt ísfjall í Grønlandi og fekk stóran skaða oman fyri vatngangin. Tí er báturin nú komin aftur til Runavíkar til umvælingar.

Sambært AWI Boats er báturin so sterkt bygdur, at hann kundi sigla víðari eftir samanstoytin.

Tveir mánaðir í Runavík

Anguteeraq er ein AWI 39-glasfiburbátur, sum varð bygdur til Grønlands. Har hevur hann fiskað tosk og svartkalva.

Umvælingin verður væntandi liðug um tveir mánaðir. Síðani fer Anguteeraq aftur til Ilulissat.

Báturin er útgjørdur við Volvo Penta-motori, síðuskrúvu, fiskireiðskapi frá Oilwind og radioútgerð frá Radiobúðini. 

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

4 tímar síðan

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30