Ress Spa á Hotel Føroyum varð fríggjadagin 18. september kosið Ársins Átak 2026 á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í Tórshavn.
Spa-deildin hevur vakt stóran ans uttanlands. Útlendskir miðlar hava skrivað um staðið, sum eisini hevur fingið nógv rós. Ress Spa er av altjóða miðli kosið millum 20 av bestu støðunum í heiminum at vitja.
Tóku ímóti heiðrinum
Johannes Jensen og Súsanna í Stórustovu tóku ímóti virðislønini vegna Ress Spa.
Á hvørjum ári handar dómsnevndin hjá Vinnuhúsinum eina virðisløn til eitt virki ella ein persón, sum hevur gjørt eitt serligt og nýhugsandi átak, ið gagnar vinnuligum framburði.
Vinnudagurin 2026 verður hildin í Norðurlandahúsinum og hevur millum annað fyrilestrar, sosiala samveru og heiðran av ársins vinnuheiðrum á skránni.

