ES-nevndin hevur sektað Google fyri brot á reglurnar í lógini um talgildar marknaðir, DMA. Tað skrivar EuroNews.
Av samlaðu bótini eru 460 milliónir evrur, umleið 3,4 milliardir krónur, fyri at geva Google Shopping, Google Hotels og Google Flights fyrimun fram um kappingarneytar í leitiúrslitunum.
Hinar 430 milliónir evrurnar, umleið 3,2 milliardir krónur, snúgva seg um viðferðina av forritarum. Sambært ES hevur Google forðað teimum í at kunna brúkarar um bíligari tilboð og aðrar gjaldshættir uttan fyri skipanirnar hjá Google.
Kann fáa tvingsilsbøtur
Google hevur 60 dagar at lúka krøvini. Annars kann felagið fáa tvingsilsbøtur, sum kunnu verða upp í fimm prosent av heimsumfatandi umsetninginum.
Google vísir ákærunum aftur og sigur, at broytingarnar kunnu gera tænasturnar verri.
Bótin kemur, samstundis sum USA fyrireikar nýggj tolltiltøk. Tað kann økja handilsspenningin millum ES og USA.