Fleiri feløg í Premier League hava leitað sær løgfrøðiliga ráðgeving um møgulig endurgjaldskrøv móti Manchester City.
Tað hendir, eftir at ein óheft nevnd hevur staðfest, at Manchester City hevur brotið meginpartin av teimum fíggjarligu reglunum, sum Premier League ákærdi felagið fyri at hava brotið. Talan var um 115 ákærur.
Sambært BBC Sport skrivaði The Athletic, at 114 av teimum 115 ákærunum vórðu staðfestar.
Feløg kunnu krevja endurgjald
Sambært BBC høvdu fleiri feløg longu undan avgerðini leitað sær ráð um, hvørt tey høvdu grundarlag fyri at krevja fíggjarligt endurgjald.
Ein kelda, sum áður hevur havt eitt leiðandi starv í einum Premier League-felagi, væntar, at einstøk feløg fara at seta fram endurgjaldskrøv móti Manchester City.
Ein annar leiðandi løgfrøðingur sigur tó, at Premier League kann koma at samskipa tilgongdina.
Fordømi er longu til. Í juni varð Everton álagt at rinda Burnley 35 milliónir pund - meira enn 300 milliónir krónur - eftir at felagið hevði brotið reglurnar um lønsemi og fíggjarligt haldføri. Burnley helt upp á, at brotið hevði ávirkað møguleikarnar hjá felagnum at verða verandi í Premier League. Everton hevur kært avgerðina.
Revsingin kann verða sera hørð
Enn er ikki avgjørt, hvørja revsing Manchester City fær. Sambært BBC kann talan verða um stigamiss, eina stóra bót ella enntá, at felagið verður koyrt úr Premier League.
BBC hevur fingið upplýst, at Manchester City fer at kæra avgerðina.
Ein serlig hoyring skal fyrst gera av, hvør revsingin verður. Tað kann taka fleiri mánaðir. Manchester City noktar seg sekan og sigur, at málið framvegis er í gongd.