Ongi úrslit

Rodmar Næs í Leirvík: Gevur føroyskum viði nýtt lív

75 ára gamli Rodmar Næs í Leirvík skapar vakrar skálir, fuglar og lampur úr føroyskum viði. Alt verður gjørt við hond og nærlagni.

© Eysturkommuna.
Við hegni og tolsemi gevur 75 ára gamli Rodmar Næs í Leirvík føroyskum viði nýtt lív. Í kjallaranum skapar hann vakrar og serstakar handgjørdar prýðislutir.
Edmund Jacobsen
22 minuttir síðan

Í kjallaranum í húsum sínum Uppi við Garð í Leirvík hevur Rodmar Næs innrættað sær eitt lítið dreyiverkstað. Har brúkar hann nógvar tímar við dreyibonkin.

Úr føroyskum viði ger hann skálir, fuglar, ljósastakar, lampur og aðrar prýðislutir. Hvør lutur hevur sín egna dám, og arbeiðið krevur bæði tíð, hegni og tolsemi.

Allir lutirnir eru gjørdir úr føroyskum viði, og tað gevur handverkinum ein serligan føroyskan dám.

Deilir áhugan við aðrar

Rodmar arbeiðir ikki bara einsamallur. Hann hittist javnan við øðrum monnum á Oyrarbakka, sum eisini hava áhuga fyri at dreya. Har skifta teir orð og deila hugskot.

Eysturkommuna hevði boðað frá, at Rodmar skuldi sýna fram og selja handgjørdar lutir á jólamarknaðinum í Brandstøðini í Leirvík sunnudagin 15. november.

Til ber eisini at bíleggja lutir beinleiðis frá honum eftir egnum ynski.

Sí fleiri myndir.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

14 tímar síðan

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

9 tímar síðan

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Par kom til ilnar á alfaravegi

Í gjár kl. 09:08

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

5 tímar síðan