Ongi úrslit

Rógvi avloysir Rók

Rókur Akralíð verður ikki partur av landsliðshópinum, ið skal spæla tríggjar landsdystir í komandi viku, tí hann er vorðin skaddur. Í hansara stað kemur Rógvi Dal Christiansen

Sigurjón Einarsson
21. apríl 2021 kl. 12:30

Í næstu viku skal A-landsliðið hjá monnum spæla tríggjar EM-undandystir, tveir móti Russlandi og ein móti Kekkia. Men nú er greitt, at Rókur Akralíð ikki verður partur av landsliðshópinum, tí hann er vorðin skaddur.

Hondbóltssambandið veit at siga, at Rókur hevur fingið ein skaða í ryggin at dragast við og noyðist tí at geva avboð. Í hansara stað hava landsliðsvenjararnir úttikið Rógva Dal Christiansen, sum til dagliga spælir í íslendska felagnum, Fram. Hann verður lýstur sum ein sterkur strikuspælari.

Hesir eru teir 17 úttiknu til dystirnar móti Russlandi og Kekkia :

Nicholas Satchwell, KA Akureyri

Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Rói Berg Hansen, HØJ

Sjúrður Olsen, VÍF

Brandur Halgirson, Ajax København

Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger

Filip Jojic, VÍF

Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof

Kjartan Johansen, Viking Stavanger

Peter Krogh, H71

Vilhelm Poulsen, Fram

Allan Norðberg, KA Akureyri

Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold

Pætur Mikkjalsson, SUS Nyborg

Rógvi Dal Christiansen, Fram

Teis Horn Rasmussen, TM Tønder

Pætur Thomsen, H71

Føroyar spæla móti Russlandi í Moskva mikudagin 28. apríl, móti Kekkia í Havn fríggjadagin 30. apríl og í havn móti Russlandi sunnudagin 2. mai.  

Kelda: Hondbóltssamband Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

4 tímar síðan

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58