Cristiano Ronaldo hugdi beinleiðis inn í myndatólið og segði "eg eri aftur" aftaná 5-0-sigurin hjá Portugal á Usbekistan. Síðani greiddi hann frá, hvat hann meinti.
Kritikkurin regnaði niður yvir Cristiano Ronaldo eftir 1-1-úrslitið ímóti Kongo í fyrsta dystinum hjá Portugal í HM-endaspælinum. Í kvøld var stóra stjørnan tó á rætta staðnum.
Við tveimum málum var hann nevniliga við til at eyðmýkja Usbekistan í einum dysti, sum endaði 5-0. 41 ára gamli áleyparin skrivaði samstundis søgu, tá hann gjørdist fyrsti spælarin í søguni at skora í seks ymiskum HM-endaspølum. Harumframt skrásetti hann sítt 10. mál til HM-endaspøl.
Við tí fer hann nú eisini fram um Eusébio sum tann mest skorandi portugisarin í HM-søguni.
Beint eftir síðsta bríksl varð fokus sjálvandi vent móti høvuðspersóninum, og tað nýtti hann til at hyggja beinleiðis inn í myndatólið.
– I'm back! I'm back!, rópti Cristiano Ronaldo og sendi harvið ein greið boðskap til sínar kritikkarar
Portugal hevur nú fýra stig, áðrenn liðið í síðsta bólkadystinum skal spæla ímóti Kolombia.
Í skrivandi stund spælur Ongland í móti Ghana. Støðan er 0-0 aftaná 38 minuttir.
Bæði londini byrjaðu HM væl við einum sigri.
Í nátt spælur Panama móti Kroatia og Kolumbia tekur í móti Kongo