Tað var av álvara ferð á Miðnámi á Kambsdali í Ítrótta- og heilsuvikuni. Næmingar og starvsfólk á Miðnámi á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeiði rørdu seg tilsamans 5.626.228 metrar, svarandi til 4,4 ferðir longdina á allari føroysku strandalinjuni.
Úrslitið kann enntá vera betri, tí sambært skúlanum vórðu ikki allir metrarnir skrásettir undan endaligu uppteljingini.
Rørsla á skránni hvønn dag
Ítrótta- og heilsuvikan var eitt felags átak hjá ÍSF, Heilsustýrinum og Heilsu- og orkumálaráðnum.
Ítróttalærararnir Turið Petursdóttir og Boban Ilich skipaðu skránna á Kambsdali, har felags rørsla var á skránni hvønn dag.
Bæði lærarar og næmingar, sum hava ítrótt á B-stigi, skipaðu fyri ymiskum tiltøkum.
Morgunfimleikur, rørsluskáar og stuttir steðgir við kropsligum virksemi vóru millum tiltøkini.
Rørslan varð eisini tikin við inn í vanligu undirvísingina. Eitt nú gingu næmingar túrar, meðan teir prátaðu um evni, sum vóru partur av undirvísingini.
Meira enn bara metrar
Føroyska strandalinjan er sambært skúlanum 1.292.557 metrar til longdar. Samlaða rørslan í vikuni svaraði sostatt til meira enn fýra ferðir henda teinin.
Men tað vóru ikki bara metrarnir, sum gjørdu vikuna væleydnaða.
Skúlin greiðir frá, at tiltøkini skaptu meira lív og gleði millum næmingarnar. Fleiri smíl vóru at síggja, og ungdómurin tyktist bæði lívligari og í betri lag.
Skúlin fegnast um stóru undirtøkuna og takkar næmingum og starvsfólkum fyri luttøkuna.