Ongi úrslit

Rossamakrelur á skíggjanum: Vitlíki skal finna bestu fiskileiðirnar

Nýggj skipan við vitlíki skal vísa uppsjóvarskipum, hvar størst sannlíkindi eru fyri at finna rossamakrel.

© GreenFish.
Edmund Jacobsen
13 tímar síðan

Pelagic Freezer Trawler Association, PFA, og tøknifyritøkan GreenFish fara at menna eina skipan við vitlíki, sum skal meta um, hvar rossamakrelur helst stendur.

GreenFish skal venja eina maskinlæringarskipan við veiðuupplýsingum frá 18 stórum frystitrolarum hjá limunum í PFA. Skipini eru millum 55 og 144 metrar long.

Metingarnar verða vístar sum daglig hitakort á talgilda pallinum hjá GreenFish. Kortini skulu geva skiparunum eina greiðari mynd av teimum leiðum, har mest sannlíkt er at finna fisk.

Skal minka um leiting og oljunýtslu

Endamálið er at stytta tíðina, sum skipini brúka at leita eftir fiski. Tað kann minka um oljunýtsluna og umhvørvisávirkanina fyri hvørt tons, sum verður landað.

PFA skal eisini standa fyri vísindaligari eftirkanning av skipanini. Metingarnar verða bornar saman við veiðustøðum, sum ikki vóru við í venjingartilfarinum, og við óheftum kanningarúrslitum.

GreenFish varð stovnað í 2023 og mennir dátugrundað amboð til fiskivinnuna við fylgisveinaupplýsingum, vitlíki og framkomnari telduorku.

Mest lisið hesa vikuna

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Grát mín elskaði býur

20 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

Í gjár kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00