Fyrr í kvøld kom eldur í timburgoymsluna hjá Skipasmiðjuni, Mest, á Skála.
Tað er stórur eldur og nógvu roykur, og løgreglan sigur, at nú skiftir ættin so at roykurin fer niðan ímóti bygdini.
Tí heita tey á fólk um at lata vindeygu og hurðar afur, og hjá teimum, sum standa og hyggja, eru hyggjuráðini at flyta seg
Annars sigur løgreglan, at um skilst er tamarhald á støðuni, skilst á tann hátt, at eldurin breiðir seg ikki - men sløktur er hann verri enn so.