Ongi úrslit

Royna aftur at lumpa pengar frá fólki - løgreglan biðjur fólk bara bróta av

Áki Bertholdsen
3. oktober kl. 12:05

Løgreglan sigur, at aftur í dag er tað onkur, sum ringir til fólk og roynir at lump pengar frá teimum, Løgreglan sigur, at bara upp á trý korter hava hava trý fólk ringt til teirra at boða frá.

Tey siga, at maðurin ringir frá einum donskum nummarð og at hann tosar danskt. Eitt navn hann brúkar er »Lars Tvede«, men løgreglan ivast ikki í, at tað er eitt falskt navn.

Einar snildir hann brúkar er, at hann sigur, at hann ringir úr Noregi og hann hevur fortalt onkrum, at 9.000 krónur eru tiknar av kontuni.

Hann sigur eisini, at hann ringir frá løgregluni í Keypmannahavn og at tað er okkurt galið við Nets, sum er felagið, sum umsitur gjaldskortini.

So roynir hann at fáa kontoupplýsingar frá fólki fyri at rætta feilin ella fyri at forða fyri, at pengar verða tiknir av kontunu.

Løgreglan sigur, at eingin hevur latið seg lumpað, men hyggjuráðini eru bara at leggja hornið á. Løgreglan endurtekur, at hvørki bankin, løgreglan, ella nakar annar, ringir nakrantíð til fólk at biðja um slíkar uppslýsingr, so tá ið tað hendur, kunnu fólk vera vís í, at talan er um eina svikaroynd.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55