Samgongan ætlar nú at vekja áhugan hjá oljufeløgum at koma til Føroya at leita eftir olju. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.
Tí verða 700.000 krónur settar av á fíggjarlógini fyri næsta ár til at marknaðarføra okkum fyri oljufeløgunum í eini roynd at fáa tey higar at leita eftir olju
– Møguleikarnir á føroyska landgrunninum eru stórir. Leitað verður eftir olju beint sunnanfyri føroyska markið, og nógv bendir á, at olja eisini er at finna okkara megin markið, sigur landsstýrismaðurin.
– Hetta er ikki nýtt, men tað hevur fingið nýggjan týdning í einari tíð, har orka og ráevni eru vorðin ein týðandi partur av geopolitisku kappingini, sigur landsstýrismaðurin.
Jarðfeingi hevur í mong ár granskað og greinað umstøðurnar á føroyska havbotninum, og nú verður føroyski landgrunnurin aftur marknaðarførdur fyri altjóða oljufeløgum.
– Vit eru farin til verka aftur at vekja áhuga fyri føroyska landgrunninum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum júst hevur vitjað í Noregi og Skotlandi í hesum ørindum.
Tað snýr seg ikki bara um at finna og framleiða olju. Alt virksemið rundan um leiting og framleiðslu gevur eisini stórar møguleikar hjá føroysku veitaravinnuni.
– Føroysk reiðarí eru longu virkin í frálandavinnuni, og føroysk sjófólk manna veitingarskip kring heimin, staðfestir Jacob Vestergaard.
– Eisini skipasmiðjur, handverkarafyritøkur, fjarskiftisfyritøkur og aðrir veitarar, kunnu fáa ágóða av øktum virksemi, leggur hann afturat.
Hann væntar, at tær 700.000 krónurnar, sum verða játtaðar til oljuleiting næsta ár, fara at kasta munandi virði av sær á stuttari tíð.
Jarðfeingi hevur eisini givið út eina frágreiðing um málm í havbotninum á føroyska landgrunninum.
Her er talan um sjáldsom jarðsløg og onnur ráevni, sum eru avgerandi í sambandi við arbeiði at framleiða hátøknilig tól og hátøkniliga útgerð - eisini tøkni, ið verður brúkt í grøna orkuskiftinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at frágreiðingin vísir á, at serliga Ægisryggurin kann vera eitt áhugavert øki.
Tað er framvegis ein stór tøknilig avbjóðing at vinna ráevni á 2,5 kilometra dýpi, og óvist er, nær hetta tað yvirhøvur fer at bera tilm bæði tøkniliga og fíggjarliga.
– Eg ivist kortini ikki í, at teir førleikarnir, og tann tøknin, føroyska frálandavinnan hevur ment, fara at koma væl við í leitingini eftir framtíðar ráevnum, sigur Jacob Vestergaard.