Tað er næstan gerandiskostur, at svikarar ringja til fólk og royna at lumpa pengar frá teimum.
Hesir svikarar eru fullkomiliga samvitskuleysir og løgreglan í Danmark sigur, at nú hevur eitt nýtt rák tikið seg upp.
Tey siga at í løtuni ringja nógv fólk at melda, at svikarar lesa lýsingar um andlát og so ringja tey til tey avvarðandi og royna at lumpa pengar frá teimum. Tað kunnu vera fólk, sum hava mist ein hjúnafelaga og sum eru tyngd av sorg.
Oftani siga tey, at tey ringja frá onkrum myndugleika og siga, at tann, sum er deyður, eigur skatt, ella eftirløn til góðar, sum tey avvarðandi skuldi hava.
Men fyri at fáa pengarnar skulu tey upplýsa kortnummar, tey trý trygdartølini á kortinum og nær tað gongur út, og so víðari. Tey verða eisini biðin um at vátta við MitID, sum svarar til okkara Samleika, fyri at fáa pengarnar.
Men pengar fáa tey ongar, tvørtur ímóti vátta tey ymisk keyp, svikararar hava gjørt.
Ofta fáa svikararnir fólk at trúgva sær tí tey brúka upplýsingarnar í lýsingini um andlátið. Sostatt vita tey, hvussu tann, sum er farin, eitur, umframt bæði føðidag og deyðadag.
Løgreglan í Danmark heldur, at slík framferð er serstakliga ódámlig og tí heita tey á vaksin børn, og onnur avvarðandi um at tosa við tey eldru, sum hava mist um at at ansa serliga væl eftir og ikki at geva nakrar upplýsingar frá sær.
Og so endurtaka tey, at myndugleikarnir, ella bankarnir, fara aldrin at ringja til fólk at biðja um kortupplýsingar, ella aðrar upplýsingar.
– Ringir nakar til tykkum, og sigur, at tað er bankin, ella onkur myndugleiki, skalt tú leggja á alt fyri eitt. Síðani skulu tit sjálvi ringja til bankan, ella tann myndugleikar, sum skuldi eitast at hava ringt, at spyrja tykkum fyri.