Ongi úrslit

Royndi at stjala barnavogn við sovandi barni í Aarhus

Náddi at ganga nakrar metrar við vogninum

© Pinterest
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Ein maður royndi í dag, umleið klokkan 12.00 danska tíð, at stjala ein barnavogn, har eitt sovandi barn lá í, uttan fyri eina kafé í Aarhus.

Sambært TV 2 Østjylland fekk løgreglan fráboðan um hendingina um middagsleitið.

Ein maður hevði tikið barnavognin og gingið nakrar metrar við honum, tá ein borgari varnaðist hendingina og rópti eftir manninum.

Maðurin setti tá barnavognin frá sær og rýmdi av staðnum.

Østjyllands Politi upplýsir, at løgreglan metir, at maðurin helst ikki var varugur við, at eitt barn lá í barnavogninum, tá hann tók hana.

Barnið kom ikki til skaða, og løgreglan arbeiðir nú við at kanna málið og finna mannin, sum er undir illgruna fyri roynd at stjala barnavognin.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

23 tímar síðan

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17