Ongi úrslit

Rúni og bú- og heimatænastan í Suðuroy samstarva

BHS2035 er ein framtíðarætlan við greiðari kós og miðvísum átøkum fram ímóti eini felags visión fyri 2035

Heri Norðberg, stjóri fyri BHS (til vinstru), og Rúni Rasmussen, konsulentur og eigari av RR Consulting (til høgru).
rrc.fo
2 tímar síðan

RR Consulting og Bú- og Heimatænastan í Suðuroy (BHS) hava gjørt samstarvsavtalu um verksetingina av framtíðarætlanini BHS2035, sum varð samtykt og løgd fram í vár.

BHS2035 er ein framtíðarætlan við greiðari kós og miðvísum átøkum fram ímóti eini felags visión fyri 2035. Endamálið við ætlanini er at tryggja eina haldføra, góða og virðiliga eldratænastu, har brúkarar og búfólk eru í miðdeplinum.

Ein týðandi partur av arbeiðinum við at fremja BHS2035 er at skipa eitt verksetingartoymi, sum skal virka fyri, at samtyktu átøkini verða framd, umfarmt at gera støðulýsingar til leiðsluna og stýrið fyri BHS.

Rúni Rasmussen frá RR Consulting er settur sum leiðari fyri toyminum, sum er mannað og farið til verka.

Sambært avtaluni skal RR Consulting eisini veita strategiska ráðgeving til leiðsluna í BHS viðvíkjandi organisatiónsmenning og verkseting av BHS2035.

RR Consulting fegnast um at vera við í arbeiðinum við at verkseta framtíðarætlanina fyri alt eldraøkið í Suðuroy.

RR Consulting hevði ábyrgdina av at leiða arbeiðið við at menna eina framskygda og samskapandi ætlan fyri eldraøkið í Suðuroy.

Framtíðarætlanin BHS2035 er tøk her.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

Í gjár kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49