Norðurlendskir tollmyndugleikar - eisini úr Føroyum - hittust í Nuuk mánadagin 15. juni fyri at styrkja samstarvið um eftirlit við persónum og vørum, sum fara tvørtur um landamørk.
Samstarvið skal gera tað lættari at steðga ólógligum flutningi av rúsevnum, dopingevnum, vápnum og peningi. Myndugleikarnir arbeiða eisini saman ímóti hvítvasking og leggja dent á dátudeiling, nýggja tøkni og felags førleikamenning.
Eftirlitið er týdningarmikið, tí persónar og vørur, sum koma til eitt Norðurland, ofta ferðast umvegis onnur Norðurlond.
Kríggj skapar nýggj lógarbrot
Søguliga hava kríggj og ófriður elvt til nýggj sløg av lógarbrotum tvørtur um landamørk. Kríggið í Ukraina, altjóða spenningurin og vaksandi áhugin fyri Arktis gera tí samstarvið enn meira viðkomandi.
Tollmyndugleikarnir fylgja neyvt við gongdini og samskipa átøk, sum skulu fyribyrgja og steðga ólógligum virksemi.