Ein ukrainskt dronuálop rakti fríggjamorgunin eina risa online fyritøku í russiska býnum Kirov, og fleiri fólk vórðu særd. Tað váttar guvernørurin í Kirov-økinum, Aleksandr Sokolov, á Telegram.
Samstundis upplýsir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at ukrainskar deildir hava framt álop á eina av týdningarmestu hernaðarligu fyritøkunum í Kirov, sum liggur langt inni í Russlandi.
Eftir álopið hevur russiska antiterrornevndin í Kirov-økinum sett bann fyri at almannakunngera myndir, videobrot ella aðrar upplýsingar um hendingina á sosialum miðlum og í fjølmiðlum.
Sambært Sokolov er endamálið at forða fyri, at tilfar verður almannakent, sum kann vísa nágreiniliga staðsetingina, bygningin ella skaðan, ið álopið elvdi til.
Hann heitir á íbúgvarnar um at virða nýggju avmarkingarnar.